27. marts 2015

Ferðin byrjað

Nú er ferðin til Ístael byrjað. Vit fóru úr Vágum kl. 15 í gjár og lendu í Kbh kl 18. Farið var beinleiðis á Hilton, har vit skuldu gista.

Á Hilton møttu vit Henry Olsen, og fingu vit eitt hugnaligt prát á matstovuni.

Áðrenn kl. 04.00 varð kjekkað út og vit ótu ein skjótan morgunmat.

Ein løta var at kjekka øll inn hjá Norwegian, men tað gekk sera gott, og øll 30 komu skjótt og væl ígjøgnum kjekinn og security.

Kl. 06.00 varð farið frá gate C20 beinleiðis móti Tel Aviv. Beint áðrenn fráferð fingu vit at vita, at tað møguliga vóru seinkingar, orsaka sera nógvari ferðalu um Cypern leiðina - har eru nakrir ófriðaligir grannar ;)

Umborð á Norwegian er frítt internet :)