25. marts 2015

Ferðaætlan

Hósdag 26. mars
Vit møtast stundisliga á flogvøllinum í Vágum kl 13:30. Fráferð úr Vágum er kl. 14:45 við Atlantic RC 456 og vit lenda í Keypmannahavn kl. 17:55.

Fríggjadag 27. mars
Vit møta í Terminal 2 í Kastrup í seinasta lagi 2 tímar áðrenn fráferð, tvs. kl. 04.00. Vit flúgva við Norwegian DY3790 kl. 6:00 og lenda í Tel Aviv kl. 12:25. Unn og Jógvan standa klár við føroyska flagginum at taka ímóti tykkum við Check Inn hjá Norwegian í Terminal 2.

Ísraelski ferðaleiðari okkara, Benayah Blum, stendur klárur við Arrivals í Tel Aviv og tekur ímóti okkum og leiðir okkum til bussin. Ávegis norður til Galilea steðga vit á við gamla rómverska stjórnarbýin Kesarea. Síðani koyra vit gjøgnum Haifa og til Geneseretsvatn, har vit gista í Tiberias næstu tveir dagarnar.

Leygardag 28. mars
Í dag byrja vit dagin við fara at sigla í báti yvir um Genesaretsvatn frá Tiberias til Kapernaum. Tá vit eru komin yvir um vitja vit Sælufjallið har Jesus helt Fjallaprædikuna, Kapernaum - heimbý Jesusar, Tabgha, har Jesus mettaði 5000, og strondina har Jesus hitti lærisveinar sínar, eftir uppreisnina. Hetta er ein góð løta at uppliva tað, sum Pætur upplivdi, tá ið Jesus spurdi hann, “Elskar tú Meg?” Vit steðga á einaferð um miðdag at eta, og tey, sum ynskja at royna “Pætursfisk”, eru vælkomin. Tá ið vit eru komin aftur til hotellið í Tiberias og hava etið, njóta vit restina av kvøldinum saman

Sunnudag 29. mars
Ávegis úr Galilea til Deyðahavið, vitja vit boðanarkirkjuna í Nazaret og koyra framvið Kana. Síðani koyra vit oman gjøgnum Jordandalin til Qumran, staðið har Deyðahavsrullurnar vórðu funnar í 1947. Vit steðga eisini á við En Gedi, staðið har Dávid goymdi seg fyri Saul. So koyra vit út í oyðimørkina at gista í telti hjá Betuinum. Har sleppa vit eisini at ríða kamel og njóta at sita við bálið undir stjørnuklárum himmalinum - eins og Ábraham gjørdi.

Mánadag 30. mars
Í dag koyra vit til Masada og ganga upp á vestursíðuni, har Rómverjar bygdu rampan niðan á fjallið ár 70-72 e.Kr. Tá vit hava sæð stórleikan av Masada, taka vit rennistrongi oman hinumegin (eystarumegin). Tá vit hava etið lunch, fara at svimja í Deyðahavninum. Út á seinnapartin liggur leiðin suðureftir oyðimørkini til kenda feriubýin, Eilat (ca. 2:45 tímar at koyra). Har gista vit á góðum hotelli komandi dagarnar

Týsdag 31. mars
 Í dag er frídagur í Eilat har vit kunnu sóla okkum á strondini, svimja í sjónum, scoopadiving, shoppa, og mangt annað. Ella bara slappa av á hotellinum við eini góðari bók/iPad.

Mikudag 1. apríl
Í dag er møguligt at fara dagsferð til søguliga býin PETRA, ið verður roknaður fyri at vera eitt av teimum sjey undrunum frá fornari tíð. Túrurin tekur allan dagin. Petra liggur í Jordan og tí hava vit brúk fyri passinum hendan dagin, tí vit fara inn í annað land.

Tey, sum ikki koma við njóta aftur ein frídag í Eilat

Hósdagur 2. apríl
Í morgun koyra vit niðan til Jerúsalem (ca. 4:30 tímar at koyra). Har gista vit á góðum hotelli komandi dagarnar. Tá vit koma til Jerúsalem fara vit upp á Tempulpallin, har stóra Heródusar templið stóð til ár. 70 e. Kr. Í dag stendur Dome of the Rock við glæsiliga gullkuplinum á tempuløkinum. So vitja vit Grátimúrurin og fara haðani til gongu gjøgnum jødiska partin av gamla Jerusalem. Um kvøldi er høvi at ganga ein túr, vitja handlar ella matstøð í býnum. Vaksin kunnu fara tvey og tvey - ella pør - men ung skulu minst vera trí saman.

Fríggjadagur 3. apríl
Vit byrja dagin við at vitja Dávidsbý. Vit náa ikki at síggja alt, men velja millum at síggja Upper Room, har Jesus hevði borðreitt fyri lærisveinum sínum kvøldið fyri hann var handdikin, Pæturskirkjuna í Gallicanto har hildið verður, at Jesus var í varhaldi hjá høvuðsprestinum og har Pætur avnoktaði Jesus, Warren's Shaft, Gihon kelduna, og vassa gjøgnum Hezekiasartunnilin (tey, sum ikki vilja fara gjøgnum tunnilin, kunnu ganga eina aðra leið). Best er at vassa í sandalum, sum tola at blíva vátar, shorts og við lítlari lykt, sum møguliga kan krøkjast ella festast við høvdbandi.

Seinnapartin fara vit niðan á kenda Oljufjallið, ganga síðani oman til Dominus Flevit, staðið har Jesus græt yvir Jerúsalem, síðani oman til Getsemane urtagarð. Har steðga vit eina løtu og hugleiða. Síðani fara vit inn gjøgnum Stefanusportrið og inn í gamla býarpartin í Jerusalem. Vit ganga yvir til Betestahylin, har Jesus grøddi mann, og til seinast ganga vit so tungu sporini eftir Via Dolorosa, sum er vegurin Jesus gekk tá hann gekk út á Golgata at verða krossfestur. Hetta verður ein langur og stravin dagur og gott verður at koma aftur til hotellið at eta. Síðani njóta vit kvøldinum saman.

Leygardagur 4. apríl
Í dag fara vit til Betlehem - inn um múrin til Palestinskt øki. Tí hava vit aftur brúk fyri passinum. Vit byrja við at vitja føðikirkjuna og síggja føðistað Jesusar. Køðirnar kunnu vera stórar, og tí er best at brynja seg við toli. Síðani fara vit út á hirðamarkina, har einglarnir opinberaðu seg fyri hirðunum og bóru teimum boðini, at Frelsari er føddur. Seinnapartin fara vit inn í Ísreal aftur og koyra til Ein Karem, Scrolls of Fire Monument, sum er eitt minnisstað fyri jødarnar, sum vórðu dripnir undir øðrum heimsbardaga. Ein Karem liggur í einum skógi har 6 mill. trøð eru plantaði til minnis um dripnu jødarnar.

Tá vit eru komin aftur á hotellið og hava etið, er møguligt at fara til eitt Sound & Light Show við Citadel við múrarnar í gamla býnum. Tað byrjar kl. 21:00.

Sunnudagur 5. apríl
Vit byrja dagin við at vitja Garden Tomb - Golgata, har Jesus var krossfestur og tómu grøvuna, har Jesus varð jarðaður í urtagarðinum. Har minnast vit Harran við breyði og víni. Nógv fólk verður í urtagarðinum í morgum, og vit koma at hava minnismáltíðina saman við Enskt talandi pílagrímum.

Kl. 11:00 sharp koyra úr Jerúsalem til Tel Aviv og Ben Gurion International Airport. Kl. 14.50 flúgva vit beinleiðis aftur til Keypmannahavnar við Norwegian DY3791 og lenda kl 18.15.

Mánadagur 6. apríl
Klokkan18.50 flúgva vit úr Kastrup aftur til Føroya við Atlantic Airways RC 459 eftir eina ógloymandi ferð í Ísrael.